Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

- Í morgin kl. 16 skipa fólk og flokkar fyri mótmælisgongu á Vaglinum í Havn. Á skránni verður tónleikur við Sámali Ravnsfjall og røður

BUBU læt úr hondum geyma við 13 løgum seinasta vikuskifti, og í dag eru tvey smærri útgávutiltøk á Strondum og í Leirvík

Sunnukvøldið 15. desember, kl. 20:00 verður árliga jólakonsertin í Christianskirkjuni. Umframt Klaksvíkar Hornorkestur luttaka Danny & Símun og Kirkjukórið í Christianskirkjuni

Gudstænastan er ætlað at geva íblástur og at birta vón til øll, sum ynskja eina stilla løtu í Guds húsi, ella sum hava tungt at bera

9. og 10. mai 2020 verður aftur skipað fyri Sølutevnu í høllini á Hálsi í Havn, har høvi verður hjá fyritøkum at sýna fram sínar vørur og tænastur

Dreingjakórið undir Brúnni fyllir 20 ár og heldur fagnaðarkonsert í Finsen hin 14. í jólamánaðinum kl. 16

Orkustevna verður í Høllini á Hálsi í Tórshavn 31. januar og 1. februar

Sunnudagin 15. desember hátíðarheldur Gøtu Fornminnisfelag 50 ára stovningardag. Hetta verður gjørt við, at felagið bjóðar til opið savn í Blásastovu og grannahúsunum í gamla býlinginum í Norðragøtu kl 14 -17

Mikukvøldið 11. desember kl. 19.30 hevur Nes Sóknar Musikkfelag sína árligu jólakonsert í Glyvra kirkju

Aftur í ár verður skipað fyri norðurlendskum jólahugna í Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn. Tiltakið verður í Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn leygardagin 14. desember kl. 11 til 16

Guðstænastan verður í ensku kirkjuni St. Edmunds Church, Møllergata 30, har føroyska jólagudstænastan hevur verið hildin í nógv ár

Á skránni verður hugnaligur felagssangur, umframt at bollar og heitt kakao verður at fáa

Leygardagin 7. desember kunnu børn í øllum aldri leita sær oman í Tórsgøtu, har Margarinfabrikkin skipar fyri barnamentanardegnum Barnajól

Tað er full ferð á fyrireikingunum til summarlegurnar hjá Heimamissiónini í 2020. Av tí at undirtøkan støðugt er voksin seinastu árini, verður ein lega meira enn seinasta summar

Í sambandi við at tað 1. november vóru liðin 60 ár, síðani Ólavur Halgi á fyrsta sinni kom á Fuglafjørð, fer Jógvan á Lakjuni at hugleiða eitt sindur í Ribarhúsi í kvøld

Í kvøld verður stóra stuðulskonsertin, sum nú í nøkur ár hevur verið hildin undir jóla fyri at savna pengar inn til jólahjálpina hjá Barnabata

Í ár fáa vit í Skála kirkju ta gleði, at hoyra leirvíkingin Sylverius Jacobsen greiða frá, tá jólini verða sungin inn 2. sunnukvøld í advent kl. 18

Eitt av teimum 10 altjóða málunum, sum skrivað verður fyri í ársins SKRIVA FYRI LÍVI átaki hjá Amnesty, snýr seg um tvey vinfólk hjá føroysku Hjørdis Kiaru Zachariassen

Í morgin, týsdagin 3. desember kl. 10, skipar Tilhaldið fyri felagssangi í í Hoyvíkar Kirkju. Oddvør Johansen hevur undirspælið, og Teodor Olsen, sóknarprestur, lesur jólaevangeliið

Mikudagin 4. desember verður jólakonsert við vælumtókta sangbólkinum Tarira. Konsertin verður kl. 19.30

Kórini Eystanljóð og Vestmanna sangkór fara í ár at hava felags jólakonsert. Á skránni er føroyskur og útlendskur jólatónleikur

Jólatræið á Vaglinum verður tendrað í morgin 30. november kl. 15.30. Aftur í ár koma jólamennirnir á vitjan og við góðari hjálp frá børnunum á Vaglinum fara teir at tendra jólatræið

Týsdagin 3. desember 2019 kl. 19 setur Miðnámsskúlin í Suðuroy Suðuroyartunnilin á breddan. Talan er um almennan fund undir heitinum ”Suðuroyartunnlin – møguleikar og loysnir anno 2020”

Leygardagin 30. november skipar Lions Club Liljan fyri tiltakinum Barnalist og jólatombola í Posthúskjallaranum í Tórshavn

Sunnudagin, sum er fyrsti sunnudagur í advent, skipar Lions Club Tórshavn fyri sínum árliga adventstiltaki fyri alla familjuna. Í ár fer stuðulin til “Í menniskjum góður tokki” hjá Barnabata

Kom í Smæruna týskvøldið 3. desember, tá MEGD skipar fyri tiltaki í Smæruni í Tórshavn kl. 19 undir heitinum „Eitt virkið lív” um luttøku í øllum lívsins viðurskiftum

Nú Vestmanna Sangkór hevur verið virkið í 40 ár, verður tað hátíðarhildið við konsert í Vestmanna Kirkju leygardagin tann 30. novembur kl. 19

Altjóða leiðsluráðstevnan The Global Leadership Summit (GLS) verður hildin aftur í Norðurlandahúsinum 17. og 18. januar 2020

Sunnudagin 1. desember kl. 12.00 verður skipað fyri hátíðargudstænastu í Hvalvík í sambandi við, at kirkjan fyllir 190 ár

Prestur fer at spæla guittara

Komandi vikuskifti verður tiltakið “Livandi tilfeingi” í Perluni og Reinsarínum í Havn. Livandi tilfeingi er eitt árligt tiltak, har siðbundið føroyskt handverk verður sett í miðdepilin

Marjun í Kálvalíð prestur talar, Sørvágs Tónleikarfelag spælir, og jólamenn vitja. Aftaná bjóðar kommunan til ein drekkamunn

Fyrstu atgongumerkini verða seld fyri serligan prís

Hetta halda landsstýrisfólkini Kaj Leo Holm Johannessen og Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir. Altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum er í dag

Mánakvøldið 2. desember kl. 19 skipar Sunda Pensjónistafelag fyri jólahugna í Blákolluni í Oyri

Fríggjakvøldið var úrslitið av Landsseyðasýningini 2019 kunngjørt. Her eru vinnararnir

Leygardagin 23. november verður eitt spennandi og øðrvísi kvøld í missiónshúsinum Karmel á Eiði

Leygarkvøldið 23. november kl. 19.30 verður "Syngið við kvøld" við Harmonikuvinum. Vit syngja nógvar góðar sangir og sálmar saman. Stutt andakt verður við Marjun Lómaklett

Altjóða mannfólkadagur er í november og í hesum sambandi bjóða Javnstøðunevndin, Fólkaheilsuráðið og Sinnisbati til samrøðu um menn og maskulinitet anno 2019

Jólini eru karmur um fleiri siðir. Átøk móti rúsdrekkakoyring er ein teirra. Ráðið fyri Ferðslutrygd, Trygd og Betri minna komandi dagarnar føroyingar á at steðga rúsdrekkakoyring

Nú myrkrið byrjar at vinna á ljósinum, er tað upplýst og hugnaligt at koma fram við gróthúsunum Niðri á Vatni

Kvinnufelagið, Kvinnuhúsið, Amnesty og Sig frá/AMR skipa fyri felags tiltaki í Perluni í Havn 22. november klokkan 13.30

Mikudagin verður almennur fundur í Smæruni í Havn um framtíðina hjá fiskivinnuni

Hugnaliga Krambúðin í Vestmanna verður aftur í ár karmur um jólasølu

Gudstænasta verður í Sørvágs kirkju í morgin, 17. november, kl. 11.00. Marjun í Kálvalíð, prestur, prædikar

Nú sunnudagin 17. november kl. 16 hevur Stanley Samuelsen konsert í Hoyvíkar kirkju. Tað er vorðin ein fastur siður, at Stanley hevur konsert í Hoyvíkar kirkju hesa tíðina á árinum

Nú verður skipað fyri felags fundi fyri øll starvsfólk á dagstovnum í Tórshavnar kommunu

Mikudagin 13., hósdagin 14. og fríggjadagin 15. november er jólasølan opin frá kl. 13 til kl. 16

Filmurin, sum byggir á veruligar hendingar, viðger spurningin um fosturtøku út frá lívinum hjá Abby Johnson, sum í átta ár arbeiddi sum leiðari fyri eina fosturtøkuklinikk

Árligu jólasølurnar hjá Vardu Verkstøðunum og verkhúsunum, byrja í hesu vikuni