Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Leygardagin 23. november verður eitt spennandi og øðrvísi kvøld í missiónshúsinum Karmel á Eiði.

Høvið er, at 85 ár eru liðin, síðan húsið varð vígt og tikið í nýtslu. Tað hendi 21. november, 1934.

Klokkan 18 verður sjómansmøti, har Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, talar og greiðir frá arbeiðinum við orðum, myndum og filmi.

Aftaná verður ein góður biti at fáa í kjallaranum.

Síðani greiðir Jonhard Jógvansson, prestur, frá Karmel og arbeiðnum í og út frá húsinum.

Øll eru hjartaliga vælkomin til hetta 85 ára føðingardagshaldið, skrivar Trúboðin á heimasíðuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo