Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Hvussu hevur tú tað maður? Kom og práta um menn og maskulinitet anno 2019 í Perluni í Havn komandi týskvøld 26. nov kl 19:30.

Altjóða mannfólkadagur er í november og í hesum sambandi bjóða Javnstøðunevndin, Fólkaheilsuráðið og Sinnisbati til samrøðu um menn og maskulinitet anno 2019.

Hvat er ein rættur maður? Hvussu hevur maðurin tað í dag? Er bara ein máti at vera "rættur maður"? Og um so er, kanst tú so vera ein "skeivur maður"?  Er maskuliniteturin í broyting? Og klára vit øll at fylgja við?

Týskvøldið 26. november klokkan 19.30 lata Javnstøðunevndin, Fólkaheilsuráðið og Sinnisbati dyrnar upp í Perluni í Havn og bjóða inn til eitt framburðarhugað kjak um mannin og maskulinitet anno 2019. Danin Christian V. Mogensen og íslendingurin Pálmar Ragnarsson eru gestarøðarar, og haraftrat er ein góður kokkteylur av føroyskum monnum bodnir við til sofaprát.

Christian V. Mogensen fer at tosa um maskulinitet, gaming, heilsu, mótstøðu og rótloysi hjá monnum, og um hvørjar avbjóðingar og loysnir eru. Pálmar Ragnarsson fer at tosa um ungar dreingir, og um hvussu ein positivur kommunikatiónsháttur kann gera sítt til at skapa eitt virðisgrundað javbjóðissamfelag til frama fyri øll, ikki minst ungar dreingir. Og um hvussu hetta kann smitta av til onnur øki so sum politikk, arbeiðspláss og miðla. 

Í sofuni sita umframt Pálmar og Christian, Regin Berg, Niels Uni Dam, Arni Zachariasen, Erling Fles og Eiler Fagraklett. Fimm rættiliga ymiskar útgávur av føroyska manninum anno 2019. Og vertur hetta kvøldið er Jákup Dahl.

- Við hesum kvøldinum varpa vit ljós á ta felags ábyrgd, sum vit hava, tá ið tað ræður um avbjóðingar hjá okkara samfelagsborgarum uttan mun til kyn. Vit vilja berjast saman heldur enn at berjast ímóti hvør øðrum, siga samskipararnir.

Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo