Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Dreingjakórið undir Brúnni fyllir 20 ár og heldur fagnaðarkonsert í Finsen hin 14. í jólamánaðinum kl. 16.

Í eini sjónvarpsupptøku fyrst í øldini segði kona stovnarans soleiðis um dreingir og sang:

 - Ofta er tað trupult at fáa dreingir at syngja, og tað er so stutt tíð, teir hava hesa ljósu røddina. So tit dreingir, trínið fram úr krókunum og syngið, meðan tit hava hesa ljósu vøkru røddina!

Og sigast má, at fleiri ættarlið av dreingjum hava trinið fram úr krókunum og sungið, síðan Eli Smith stovnaði kórið í býlinginum undir Brúnni í 1999.

Kórið er sjálvboðið arbeiði við dreingjum í skúlaaldri, sum hvørt heyst venja eina fjølbroytta sangskrá av bæði verðsligum og andligum sangum, á bæði føroyskum og øðrum tungumálum. Tað er ein glaður familjustemmningur rundan um dreingirnar – ein blanding av grannum undir Brúnni, stuðlandi kvinnuligum sangarum, foreldrum og sosialt áhugaðum frítíðartónleikarum.

Og nú hesi jólini eru øll aftur vælkomin at hoyra dreingirnar syngja til 20 ára hátíðarhaldið í auluni í Finsen leygardagin 14. desember kl. 16. Nevnast kann, at aftan fyri dreingirnar koma nú eisini fyrrverandi dreingjakórsangarar at syngja tenor og bass, og verða eisini myndir vístar úr søgu kórsins 1999-2019.

Oman á tónarnar verður borðreitt við kakao og jólaté við tilhoyri. Konsertin er ókeypis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo