Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Orkustevna verður í Høllini á Hálsi í Tórshavn 31. januar og 1. februar.

Endamálið við Orkustevnuni er at kunna um orku-og umhvørvismál og at økja um virksemið innan hesa vinnu. Orkustevnan savnar stovnar, fyritøkur og vitjandi á einum stað, har upplýst verður um møguleikarnar innan orkuloysnir - til dømis grøna, alternativa, varandi og aðrar orkukeldur. Málið er, at endabrúkarin verður kunnaður um viðkomandi orkuviðurskifti og fær greiðu á kunning og vørum á marknaðinum. Tískil bjóðar Orkustevnan besta og størsta framsýningar-og vitanarpall innan orkumál í Føroyum.

Stórur dentur hevur síðstu árini verið lagdur á at fáa eitt grønt orkuskifti í Føroyum, m.a. við at eggja vanliga húsarhaldinum at velja grønar orkuloysnir við at endurrinda meirvirðisgjald á hitapumpum, elbilum og vetnisbilum. Men hvussu langt eru vit í veruleikanum komin? Og hvørjar møguleikar hevurendabrúkarinat vera við til at arbeiða fyri atfáa eitt grønari og umhvørvisvinarligari samfelag?

Á Orkustevnuni vísa føroyskar fyritøkur og stovnar fram sína serfrøði av vørum og tænastum, sum hesi veita til marknaðin. Og fleiri almennir fyrilestrar verða eisini um orku-og umhvørvismál, har serfrøðingar á økinum viðgera viðkomandi evni.

Hetta er sættu ferð at Orkustevnan verður fyriskipað. Síðan síðstu Orkustevnu er høllin á Hálsi blivin dupult so stór, og er málið at fylla alla høllina við spennandi framsýnarum. Fyriskiparar av Orkustevnuni í 2020 eru Advent Events Managament og VRG (nýggjur partnari).

Ókeypis atgongd er fyri almenninginum!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo