Jólatræið á Vaglinum verður tendrað í morgin 30. november kl. 15.30. Aftur í ár koma jólamennirnir á vitjan og við góðari hjálp frá børnunum á Vaglinum fara teir at tendra jólatræið, sum er ein gáva úr Reykjavík.
Í sambandi við at jólatræið tendrar verður Niels Finsensgøta frá Sverrisgøtu oman til Vaglið, Mylnugøta, Áarvegur og Kopargøta stongd frá kl. 14 til 18.
Visit Tórshavn samskipar aftur ár Jól í Miðbýnum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo