Nýggjársnevndin og Fuglafjarðar Kommuna: Tíverri mugu vit ásanna, at tað ikki er forsvarligt at hava tiltakið við kyndlagongu, báli og fýrverki í kvøld. Veðrið er tíverri soleiðis, at vit eru noyddir av avlýsa alt fyri í kvøld.
Vit fara tó at royna aftur leygarkvøldi 4. januar kl 19.00. Tá verður sama skráin galdandi, og tá bjóða vit harafturat suppu til øll sum koma til tiltakið.
Meir verður at frætta í vikuni.
Haldið okkum tilgóðar fyri fyrst.
Vit vilja tó ynskja øllum eitt gott nýggjár og alt tað besta í komandi ári.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo