Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi, Framsókn, Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag: Í morgin kl. 16 skipa fólk og flokkar fyri mótmælisgongu á Vaglinum í Havn. Á skránni verður tónleikur við Sámali Ravnsfjall og røður.
Vit mótmæla, at ein maður skal sleppa at avgera, hvør skal hava ríkidømið hjá okkum øllum komandi 12 árini.
Vit mótmæla, at fiskivinnan skal vera fyri nøkur fá útvald reiðarí.
Vit mótmæla, at privatpersónar skulu kunna selja fiskiloyvir fyri hundraðtals milliónir, sum tey hava fingið ókeypis frá landinum.
Vit mótmæla, at útlendingar aftur kunnu eiga ein stóran part av føroyska fiskatilfeinginum.
Vit mótmæla, at ríkidømið hjá okkum øllum skal savnast á heilt fáum hondum, heldur enn at koma øllum samfelagnum til góðar.
Vit mótmæla á Vaglinum í Havn í morgin kl. 16!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo