Mánakvøldið 2. desember kl. 19 skipar Sunda Pensjónistafelag fyri jólahugna í Blákolluni í Oyri.
Á skránni verður hugnaligur drekkamuður, sangur og harmonikuspæl við Zaggi. Umframt hetta kemur Gudrun Joensen úr Hósvík at hugleiða um síni barnajól.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo