Ungdómur er hvørki so ella so. Oftast er hann bæði - og...!
- Børkuvísur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útinnir tú leiðsluuppgávur uttan at formelt at vera sett/ur sum leiðari? Nøkur pláss eftir

Mikukvøldið 25. oktober kl.19.00 skipar Sunda bóksavn fyri áhugaverdum tiltakið um haru í Føroyum. Eyðfinn Magnussen, lektari í lívfrøði, fer at greiða frá um haruveiðu

 

Fríggjadagin í farnu viku var mentanarnátt í Keypmannahavn, og samstundis varpaði Climate Planet ljós á Føroyar, grøna orku og veðurlagsavbjóðingar. Í hesum høpi liggja Føroyar miðskeiðis í ríka og grøna Norðuratlantshavi

Sunnudagin 29. oktober skipar Sankta Ólavs kirkjulið í Keypmannahavn fyri temadegi um reformatiónina

Bert 2 pláss eru eftir til skeiðið við ein av heimsin fremstu innan Samráðingarteknik. Tekning nú á synergi.fo

Bert 3 pláss eftir! Umsitur og avgreiður tú innflutningsskjøl? Kom og lær røttu mannagongdirnar. Tilmelding á synergi.fo

Ein ørgrynna av møguleikum liggja í góðu leiðarataluni. Við taluni stýrir tú, hvønn veg tingini skulu fara. Tekning á www.synergi.fo

Fyrilestrar um seinfylgjur, eftir krabbameinssjúku og krabbameinsviðgerð, verða hósdagin 26. oktober. Fyrilestur fyri heilsustarvsfólk kl. 14-16 og almennur fyrilestur kl. 19-21

- Sært tú ein bil uttan ljós aftan: Blinka eina ferð vil langljósunum fyri at minna bilføraran á at tendra bakljósini

- Í hesum døgum fyrireika 5-6 milliónir bahá'íar kring heimin seg til hátíðarhald í sambandi við, at tað eru liðin tvey hundrað ár, síðan Bahá'u'lláh, stovnarin av bahá'í trúnni, var borin í heim

Hóskvøldið kl. 19.30 hevur Sigfríður Joensen tveir stuttar fyrilestrar í Gøtu Skúla við heitunum: 100 ár síðani 13 gøtumenn róðu inn av Bankanum og Gøtumenn í uppsjóvarvinnu í 90 ár

 

Eivør Pálsdóttir, føroyskir filmar og videoupplivingar, grøn orka, ferðavinna, fiskur og aling eru m.a. á skránni í Climate Planet á Ráðhúsplássinum fríggjadagin, tá mentanarnátt er í danska høvuðsstaðnum. Tveir kendir DR-vertir stýra einum parti av tiltakinum

Hvønn dag kl. 11:30 og kl. 13:00 teknar Jan Nystrøm trøll og aðrar verur. Jan elskar at tekna trøll, og á verkstovuni gevur hann børnunum ymisk amboð til at festa sítt hugflog á pappír

 

- Hóast vit hava hoyrt nógv um, at William Heinesen kritiserar trúarsamkomur, so er tað einki sum hevur givið honum meira íblástur enn kristindómurin, sigur Bergur Rønne Moberg, ið júst er settur sum lektari í bókmentum á Føroyamálsdeildini

Gøtu Kirkju Ungdómskór hevur konsert í Vesturkirkjuni í morgin, mikudagin 11. oktober, klokkan 20

Fríggjadagin hin 13. oktober kl. 17 verður skipað fyri almennari móttøku í samtakinum Roðin. Leiðaraskifti er orsøkin, nú Tordur J. Niclasen hevur valt at fara frá fyri aldur og Jóngerð Guttesen hevur tikið við leiðsluni

Bert 3 pláss eru eftir! Fyri navigatørar, maskinmeistarar, fabrikschefar, hovmeistarar vm. “Eg havi verið á nógvum skeiðum - hetta er klárt tað besta”

Heystfrítíð er, og Tjóðsavnið, Listasavnið og Sjósavnið, eins og Norðurlandahúsið og SMS bjóða til forvitnisligt spæl og hugna

Skeið í húð og andlitsrøkt verður mikukvøldið 18. oktober kl. 18.15 í The Body Shop í SMS, fyri kvinnur ið eru í viðgerð fyri krabbamein

Sunnukvøldið 8. oktobur kl. 19.00, verður enn einaferð “syngið við”- kvøld í Siloa í Fuglafirði

Í kvøld kl.17 verða Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens og Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs handaðar í Müllers Pakkhúsi

Nú er dansitíðin byrjað aftur, og eitt av afturvendandi tiltøkunum líka síðani Norðurlandahúsið lat upp í 1983 er barnadansurin í Norðurlandahúsinum. Aftur í ár skipar Dansifelagið í Havn fyri barnadansi í Norðurlandahúsinum fríggjakvøld kl. 20

Vikuskiftið 20.-22. oktober skipar Kirkjuliga Heimamissiónin fyri Stórmøtum í Bylgjuni í Runavík við evninum #Gleðiboðini2017. Í sambandi við, at 500 ár eru liðin síðan reformatiónina, verður millum annað serlig fyrilestrarøð um læru Martin Luthers

Heilsu- og umsorganartænastan fer nú at bjóða eitt venjingartilboð til fólkapensjónistar í fimleikahøllini í Kollafjarðar skúla

Hesa vikuna fáa fleiri av samkomunum kring oyggjarnar eina rættiliga forvitnisliga vitjan av trimum kvinnum, ið eru knýttar at teimum evangelisku Mariasystrunum

Sunnukvøldið 8 oktober kl. 20, verður ein konsert í Kelduni, Skálafirði, til frama fyri átakið Sendið Ljós. Á konserini luttaka: Magni Kristiansen, Blátt Gras, Petur Hans Hansen og Eyðun Jacobsen. Tað verður ókeypis atgongd

Lágargarður hevur 30 ár á baki, og tí eru øll boðin til almenna móttøku mikudagin 4. oktober á Lágargarði kl. 15-17

Lær stingini uppá eitt kvøld og brodera í jólafrítíðini! Bert 12 pláss! Astrid Andreasen undirvísir. Tekning á synergi.fo

- Bert 4 pláss eru eftir! Fyri navigatørar, maskinmchefar, fabrikschefar, hovmeistarar vm. “Eg havi verið á nógvum skeiðum - hetta er klárt tað besta”

Í dag er eldradagur. Eldraráðið í Tórshavnar kommunu og Tórshavnar kommuna skipa fyri eldradegi í høvuðsstaðnum

- Umsitur og avgreiður tú innflutningsskjøl? Kom og lær røttu mannagongdirnar, so arbeiðið fer at fella nógv lættari. Tilmelding á synergi.fo

“Eftir bara 3 tímum, fekk eg meira burturúr, enn eg nakrantíð fekk við teimum turrisligu 207 síðunum sum fylgdi við myndatólinum. Takk fyri tað!" Aksel Højgaard, luttakari

Konfirmantar í Húsavíkar kirkju, sunnudagin 8. oktober 2017, kl. 11.00, við Havsteini Klein

Konfirmantar í Hoyvíkar kirkju 1. oktober 2017

- Í hesum døgum ganga skótar hús úr húsi og bjóða seg fram at hjálpa til við einum hvørjum afturfyri eina peningaupphædd. Peningurin fer til at hjálpa verri støddum børnum enn teimum sjálvum

Nú mikukvøldið 27. september kl. 19.30 verður fyrsta Miðvikan í Hoyvíkar kirkju í heyst. Tá er evnið mæta íslendska sálmaskaldið Hallgrímur Pétursson, sum er víða kendur

Kom á tariferingsskeið og lær røttu mannangongdirnar at tarifera eftir reglunum í Toll- og vøruskránni. Tilmelding nú á synergi.fo

Á eplafestivalinum í ár verður skipað fyri heysttakkargudstænastu við Havstein Klein, sóknarpresti. Leygarkvøldið 30. september kl. 18.00, savnast fólk í kirkju heima á Sandi

Sunnukvøldið 24. sept. kl. 18.00 verður eitt "Syngið við kvøld" í Meiniheitshúsinum í Havn, við luttøku av Harmonikuvinum

Í næstu viku verður ein røð av tiltøkum knýtt at nýskapandi vinnumøguleikum innan taravinnu. Talan er bæði um altjóða ráðstevnur, framløgu á Vísundavøkuni og alment tiltak á Hvonn

Í samband við at formlig avtala millum Heilsu- og innlendismálaráðið, Strandfaraskip Landsins, P/F Magn, Elfelagið SEV og Fugloyar kommunu um oljuflutning til Fugloyar verður sett í verk, verður skipað fyri hátíðarhaldi á Kirkju

Í næstum fer SEV undir at leggja kaðlar gjøgnum tunlarnar Norður um Fjall. Neyðugt verður tí at stongja tunlarnar um náttina, meðan arbeitt verður

- Ein ørgrynna av møguleikum liggja í góðu leiðarataluni. Við taluni kanst tú stýra, hvønn veg tingini skulu fara. Tekning á www.synergi.fo

Bert 4 pláss eru eftir! Fyri navigatørar, maskinmchefar, fabrikschefar, hovmeistarar vm. “Eg havi verið á nógvum skeiðum - hetta er klárt tað besta”

Týsdagin 19. september frá kl.15.00-18.00 letur Marine Harvest dyrnar upp á virkinum í Haldórsvík. Til ber at sleppa við alibáti út á aliringarnar og eisini bjóða teir brellbitar og okkurt leskandi. Heiti potturin verður tendraður

Í 2017 hevur átakið FERÐAST GRØNT skipað fyri tiltøkum kring bleyta ferðslu. Endabresturin á ársins átaki verður fríggjadagin 22. september, tá ið vit FERÐAST GRØNT og skipa fyri Hjólvelting saman við Føroya náttúru- og umhvørvisfelag og Fólkaheilsuráðnum

Hóskvøldið 21. september kl. 19 skipa Íverksetarahúsið og Føroya Tele fyri einum kveikjandi tiltaki í Klingruni hjá Føroya Tele í Hoyvík. Talan er um eina íverksetarakafé, har ið framløgur við kendu donsku íverksetarunum Casper Blom og Martin Larsen eru á skránni

Mikudagin 27. september kl. 13-16 stílar fyritøkan Userfirst fyri einari ráðstevnu í Østrøm um hvussu tú kanst menna tína heimasíðu, soleiðis at tú fært nøgdar og afturvendandi kundar

Mikukvøldið 20. september kl. 17.30 verður skrúvuguðstænasta í kirkjuni við Theodor, presti. Øll eru vælkomin til eina bíbliusøgu og eina máltíð

Tórshavnar kommuna skipar í kvøld fyri borgarafundi í Sólarmagn á Velbastað. Øll fastbúgvandi á Velbastað hava fingið persónliga innbjóðing til fundin