Summar Festivalurin 2017 verður hildin í døgunum frá 10. til 12. august, og nú er forsølan til festivalin byrjað.
Vikuskiftispass kunnu keypast í Telebúðum kring landið og á heimasíðuni sf.fo. Fyrstu 2000 vikuskiftispass verða seld fyri serligan byrjanarprís.
Síðani 2004 hevur Summar Festivalurin verður hildin í Klaksvík, og tiltakið næsta ár verður tann 14. Summar Festivalurin í røðini.
Summar Festivalurin er landsins størsta tónleikatiltak og bjóðar altjóða og heimligan tónleik á fýra pallum í tríggjar dagar. Seinnu árini hava altjóða toppnøvn sum Roxette, Westlife, Twisted Sister, Cliff Richard, Mika, Melanie C, The Scorpions og Ronan Keating spælt á Summar Festivalinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo