Mikukvøldið 11. desember kl. 19.30 hevur Nes Sóknar Musikkfelag sína árligu jólakonsert í Glyvra kirkju.
Runavíkar kommuna skrivar, at hornorkestrið fer at framføra hópin av kendum jólaløgum, serliga føroysk og ensk, í hugnaligu kirkjuni.
Konsertin verður fyriskipað saman við messingblásarum úr Nes Sóknar Musikkskúla, og koma ungu leikararnir at seta sín dám á konsertina.
Jólakonsertin hjá Nes Sóknar Musikkfelag er gott høvi í jólamánaðinum at seta eina løtu av til góðan jólatónleik í hugnaligu kirkjuni.
Nes Sóknar Musikkfelag er mannað við yngri og eldri tónleikarum, og er stjórnað av Kenneth P. Jones.
Tiltakið er ókeypis.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo