Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Altjóða leiðsluráðstevnan The Global Leadership Summit (GLS) verður hildin aftur í Norðurlandahúsinum 17. og 18. januar 2020.

Í ár verða tveir føroyskir luttakarar við á stevnuni - Janus Thomsen, ið er stjóri í P/F Effo og Páll Isholm, ið er rektari á Miðnámi í Kambsdali.

Janus Thomsen hevur drúgvar leiðsluroyndir í føroyskum vinnulívi. Hann var stjóri í Trygd í 7 ár og hevur eisini siti í nevndum í føroyskum fyritøkum. Janus hevur lisið búskap og marknaðarføring á Handilsháskúlanum í Keypmanahavn.

Páll Isholm er útbúgvin cand.mag í norðurlendskum máli og bókmentum, samskifti og samfelagsfrøði. Páll var stjóri á Handilsskúlanum á Kambsdali frá 2002 til 2012. Páll hevur eisini verið borgarstjóri í Gøtu kommunu og var í nøkur ár deknur í Gøtu kirkju. Í 2018 varð Páll valdur ársins leiðari fyri tað almenna.

Tíggju fyrilestrar verða vístir á stórskíggja:

- Craig Groeschel, leiðandi samkomuleiðari í Life.Church
- Bear Grylls, ævintýrari, rithøvundur og sjónvarpsvertur
- Jo Saxton, rithøvundur, leiðsluvenjari og íverkseti
- Jason Dorsey, fremsti røðarin um ættarlið Z og ártúsundættarliðið
- Patrick Lencioni, mest seljandi høvundur, stovnari og stjóri í The Table Group
- Liz Bohannon, stovnari og stjóri, Sseko Designs
- Dr. Kirsh Kandiah, stovnari og leiðari av Home For Good
- Todd Henry, stovnari av Accidental Creative, rithøvundur og leiðsluráðgevi
- Jia Jiang, rithøvundur, bloggari og íverkseti
- DeVon Franklin, filmsframleiðari, rithøvundur og forstjóri í Franklin Entertainment

Allir teir útlendsku fyrilestrarnir hava føroyskan tekst.

Vanliga luttaka 400 leiðarar úr samkomum, fyritøkum og almennum stovnum til hesa ráðstevnu. Endamálið við ráðstevnuni er at geva leiðarum íblástur og amboð til at gerast enn betri leiðarar, har teir eru, boða fyrireikarnir frá.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo