Sunnudagin 1. desember kl. 12.00 verður skipað fyri hátíðargudstænastu í Hvalvík í sambandi við, at kirkjan fyllir 190 ár.
Hetta skrivar Sunda kommuna á heimasíðuni.
Dagurin byrjar kl. 10, við at kirkjuráðið bjóðar øllum til morgunmat í missiónshúsinum í Hvalvík, har Gunnar Joensen fer at hugleiða um søguna.
Síðani verður farið í kirkju kl. 12, har Kristiliga sangkórið luttekur undir leiðslu av Sámali Matras Kristiansen, og Jákup E. Petersen, prestur, prædikar.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo