Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

RFF: Nú jólaborðhaldini standa fyri framman, eru væntandi fleiri, sum smakka sær á. Tá er sera týdningarmikið eisini at hugsa um ferðslutrygdina og at steðga rúsdrekkakoyring. Syrg tí fyri, at øll koma trygt heim aftur úr veitsluni. Til dømis við at avtala áðrenn veitsluna, hvør koyrir heim. Hav leskilig alkoholfrí alternativ til tann, sum skal koyra og ring eftir hýruvogni, tá gestirnir skulu víðari.

Seinnu árini er talið á rúsdrekkavanlukkum í ferðsluni minkað. Men hóast hetta, henda enn ferðsluóhapp orsakað av rúsdrekkakoyring og hesi óhapp eru ofta sera álvarslig. Týdningarmikið er tí at syrgja fyri, at hugburðurin til rúsdrekkakoyring eisini samsvarar við atburðin. Vit hava øll eina týdningarmikla uppgávu við at steðga tí, sum ætlar at koyra bil við rúsdrekka í blóðinum.

Hugburðskanningar vísa, at rúsdrekkakoyring ikki er góðtikin millum føroyingar. Í kanning, sum Lóður hevur gjørt fyri Ráðið fyri Ferðslutrygd, siga 87% av teimum spurdu, at rúsdrekkakoyring ikki verður góðtikin millum føroyingar. Men tá spurt verður um, hvussu ofta bilførarar koyra ávirkaðir, er talið eitt sindur øðrvísi: 

  • 36% meta, at tað hendir ofta, ella av og á
  • 45% meta, at tað sjáldan, ella ongantíð kemur fyri
  • 18% svara ‘veit ikki’

Drekkur tú til markið og roynir at rokna út, hvussu nógvar alkohol-eindir tú brennur, kann tað skjótt gerast eitt trupult roknistykki. Tað kann fáa vanlukkuligar avleiðingar heilsuliga, sálarliga og fíggjarliga, um tú sannførir teg um, at nú manst tú vera koyringarfør/ur og setir teg við promillu við róðrið.

Ivast tú, lat tá bilin standa.

Átakið verður framt í samstarvi við Trygd og Betri. Løgreglan ger rúskanningar ímeðan átakið er.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo