9. og 10. mai 2020 verður aftur skipað fyri Sølutevnu í høllini á Hálsi í Havn, har høvi verður hjá fyritøkum at sýna fram sínar vørur og tænastur.
Fyritøkur, umboð og framleiðarar sakna stundum ein pall, har tey kunnu vísa fram sínar vørur til viðskiftafólk.
Ein slík messa styttir vegin millum kundan og framsýnararan. Framsýnararnir kunnu har vísa fram og selja sínar vørur og tænastur beinleiðis á básunum – til kundar, sum seljarin kanska annars ikki røkkur.
Messan verður í dupulthøllini á Hálsi í Havn, og tað ger sjálvandi sítt til, at karmarnir fyri einari slíkari messu verða av teimum bestu.
Umframt mongu framsýningarbásarnar, verður eisini skipað fyri tiltøkum/framsýningum á palli, har framsýnarar kunnu vísa fram sínar vørur.
Fá meira at vita á www.solustevnan.fo
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo