Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Týsdagin 3. desember 2019 kl. 19 setur Miðnámsskúlin í Suðuroy Suðuroyartunnilin á breddan. Talan er um almennan fund undir heitinum ”Suðuroyartunnlin – møguleikar og loysnir anno 2020”.

Endamálið við fundinum er at varpa ljós á, hvussu Suðuroyartunnil kann gerast, og hvat skal til fyri at Suðuroyartunnilin kann borast í framhaldi av Sandoyartunlinum.

Á fundinum verða framløgur frá umboðum fyri NCC og fyri Eystur-og Sandoyartunlar, umframt at framløga verður um støðuna í Suðuroynni.

Skráin er hendan:

Guðrið E. Johansen, rektari á Miðnámsskúlanum í Suðuroy bjóðar vælkomin
Støðan í Suðuroynni – Dennis Holm, samfelagsfrøðingur
Undirsjóvartunlar anno 2020 – Kristian Stórhamar, NCC
Uppskot til ætlan fyri ein Suðuroyartunnil – Teitur Samuelsen, stjóri í Eystur- og Sandoyartunlar

Høvi verður at seta spurningar.

Tiltakið, sum Miðnámsskúlin í Suðuroy skipar fyri, er alment og ókeypis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo