Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í sambandi við at tað 1. november vóru liðin 60 ár, síðani Ólavur Halgi á fyrsta sinni kom á Fuglafjørð, fer Jógvan á Lakjuni at hugleiða eitt sindur í Ribarhúsi í kvøld, hóskvøldið, 5. des. kl. 20.00.

Tað var stórt arbeiðsloysi í Fuglafirði í 50-árunum sum so manga aðrastaðni í Føroyum. Fleiri av virkjunum fóru á húsagang, og nógv fiskiskip lógu bundin við bryggju.

Tað var tí ein stórur dagur, tá ið Ólavur Halgi fyrstu ferð kom á Fuglafjørð, 1. november 1959. Og frá seinast í fimmti-árunum og nakað út í sjeyti-árini var Ólavur Halgi ein serligur og týðandi partur av vinnulívinum har og annars av Fuglafjarðar søgu.

Í Ribarhúsi verður eisini ein kaffidussur og kakubiti at fáa, og tiltakið er ókeypis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo