Komandi vikuskifti verður tiltakið “Livandi tilfeingi” í Perluni og Reinsarínum í Havn.
Livandi tilfeingi er eitt árligt tiltak, har siðbundið føroyskt handverk verður sett í miðdepilin.
Livandi verkstøð, har m.a. dreyibonkur, essa, seymimaskina og handamboð verða víst í verki.
Tey vitjandi kunn síggja tilfarið, teknikkin og framferðarháttin, men ikki minst: tey kunnu keypa hondgjørdar vørur.
Tey handverk, ið vera við, eru jarn-, træ- og grótsmiðja, matur, tónleikur, klædna-, ull- ,leir- og smúkkuarbeiði.
Tiltakið er alment, og umframt tey livandi verkstøðini verða tónleikaframførslur, kaffi, køkur, suppa og nógv annað.
Upplatingartíðirnar vera:
Fríggjadagin 29. nov: kl. 14-19
Leygardagin 30. nov: 10-19
Sunnudagin 1. des: 13-18
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo