Kórini Eystanljóð og Vestmanna sangkór fara í ár at hava felags jólakonsert. Hjá Eystanljóði hevur verið siðvenja at bjóða einum kóri at hava konsert saman við sær 2. sunnudag í advent. Soleiðis eisini í ár. Byrjað verður í Vestmanna kirkju kl 16.00 og síðani verður konsertin endurtikin í Gøtu kirkju kl 20.00. Kórini syngja bæði hvør sær og einar tveir sangir saman.
Á skránni er føroyskur og útlendskur jólatónleikur.
Vestmanna sangkór kundi farna vikuskifti hátíðarhalda sín 40 ára stovningardag. Royndi kórmaðurin og kórleiðarin Benjamin Gaasedal fer at stjórna kórinum, sum hann hevur gjørt síðani 2013. Eystanljóð er nøkur ár yngrið enn tað hjá vestmenningum. Leif Hansen stjórnar kórinum úr Gøtu og Leirvík og hevur verið kórleiðari har síðani 2011.
Felags fyri kórini bæði er at tey nærum øll árini hava verið sera virkin og við til at mynda kórlívið uttan fyri Havnina
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo