Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Flogvinnan

Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn, váttar fyri VP, at samhugaverkfallið hjá Starvsfelagnum reelt merkir, at floghavnin bert kann hava opið í 8 tímar um samdøgrið. 

Ein flogvøllur sum er opin í 8 tímar ljóðar ikki av nógvum, serliga ikki hesa ársins tíð, við nógvari ferðing, bæði til og úr Føroyum. Í morgun fór til dømis fyrsta flogfarið avstað stutt eftir klokkan 8, og tað síðsta sum hendir er, at eitt flogfar setir seg beint eftir klokkan 10 í kvøld. Tað er eitt tíðarbil uppa 14 tímar, og tá er ikki lagt upp fyri teirri tíðini sum helst skal brúkast til at byrja og enda dagin.

Men Regin I. Jakobsen sigur, at nógv flogfør kunnu koyrast ígjøgnum uppá 8 tímar.

- So tað verður ein størri uppgáva at samskipa virksemið, men tekniskt er onki sum forðar fyri, at tey flogførini sum í dag brúka nógv longri tíð um at koma og fara kunnu gera hetta eftir 8 tímum, sigur hann.

VP hevur eisini verið í samband við Jóhonnu á Bergi, stjóra í Atlantic Airways. Hon sigur, at tað enn er ov tíðliga um og hvussu skerda upplatingartíðin hjá Floghavnini fer at ávirka teirra virksemi.

- Hetta er so nýtt, og vit hava ikki so nógv at siga enn. Men tað er sjálvsagt ein avbjóðing, tí flogførini hava eina ferðaætlan, og tað eru eisini aðrar floghavnir inni í myndini, sigur Jóhanna á Bergi, sum leggur afturat, at tey í hesum døgum eisini brúka sera nógva orku uppá at tosa við ørkymlað ferðafólk, sum vilja hava upplýsingar um teirra flogferð.

- Vit fáa tíverri ikki sagt so nógv meira beint nú, og kunna øll á vanligan hátt, so skjótt sum vit vita nakað, sigur hon.

Les eisini: Verkfallið: Vága Floghavn kann bert hava opið í 8 tímar um samdøgrið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo