KNR hevur 19 leys størv, íroknað eru eisini journalistar, og tað kann gerast ein álvarsom avbjóðing hjá miðlunum, skrivar Sermitsiaq.
Ongantíð fyrr hevur KNR havt so nógv leys størv, sum ikki eru sett, og stúrt verður fyri framtíðini hjá miðlunum í Grønlandi.
Stjórin í Sermitsiaq, Masaana Egede, undirstrikar týdningin av sterkum miðlum í samfelagnum, og ávarar um avleiðingarnar av einum veikum KNR, skrivar Sermitsiaq.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo