Havstovan: Herfyri fekk Havstovan ein gráháv (Galeorhinus galeus) at kanna. Hávurin var fingin á línu við Suðuroynna. Hetta er triðja skráseting av gráhávi í føroyskum sjógvi. Tó er hetta fyrsti fiskurin, ið verður skrásettur í dátagrunninum hjá Havstovuni.
Í føroyskum sjógvi finnast tilsamans 24 hávasløg. Gráhávurin hoyrir til eygnalokshávahópin, ið telur 224 sløg, harav sjey finnast í føroyskum sjógvi. Fiskurin, ið á enskum verður nevndur School shark ella Tope shark, er betur kendur kring heimin sum “Soupfin shark”, og sum eyknevnið bendir á, hevur hann verið veiddur serstakliga fyri fjaðrarnar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo