Ein meiriluti av londunum í Trygdarráðnum sigur ja til amerikanskt resolusjónsuppskot um vápnahvíld.
Hamas ynskir uppskotinum vælkomnum.
Russland atkvøddi ikki, meðan hini 14 limalondini atkvøddu fyri uppskotinum í dag, skrivar Reuters.
Hamas sigur seg «hugað fyri at samstarva við meklara um at seta prinsippini í ætlanini í verk». Ísrael hevur longu góðtikið avtaluna, skrivar VG.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo