Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur sent út áheitan á limirnar, um at halda fram at arbeiða sum vanligt við tí arbeiðsmegi sum er tøk.
- Um so er, at skipað verður fyri ólógligum fysiskum blokadum við fólki ella akførum móti tykkara virksemi, er mannagongdin tann, at tit fyrst biðja fólkini um at flyta seg, og um tey ikki gera tað, skulu tit ringja til løgregluna og biðja tey um at koma á staðið at tryggja, at tit kunnu útinna tykkara virksemi.
Limafyritøkurnar skulu heldur ikki uttan víðari góðtaka krøv ella treytir, sum arbeiðarafeløgini seta fyri at fáa undantøk frá verkfallinum ella frá blokadum, verður lagt afturat.
Seinasta semingsroyndin endaði úrslitaleys í gjárkvøldið, og partarnir tykjast standa sera langt frá hvørjum øðrum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo