Nógv hava í dag leitað sær til Suðuroyar við tí endamáli at keypa brennievni til bilin.
Sum myndin omanfyri og videobrotið niðanfyri, sum Mortan Mortensen hevur tikið, og VP hevur fingið loyvi at brúka, vísa, so eru bíðirøðirnar sera langar, onkur sigur meira enn ein kilometur.
Ólukkan er bara tann, at alt er uppi nú, so nógv fóru suður til fánýtis.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo