Mangt bendir á, at flogferðslan verður munandi avmarkað í næstu viku av verkfallinum.
Starvsmannafelagið hevur fleiri limir sum arbeiða á flogvøllinum, og teir fara eins og hini í felagnum í samhugaverkfall við arbeiðarafeløgunum týsmorgunin klokkan 6.
Nakrir limir í Starvsfelagnum sum arbeiða hjá Vága Floghavn og Føroya Tele eru tó undantiknir verkfallinum, tí teir eru við til at tryggja, at tilbúgvingin hjá landinum fungerar, verður upplýst frá Starvsfelagnum.
Fyri Flogvøllin merkir hetta millum annað, at hann bert kann vera opin 8 tímar um samdøgrið, fyri uttan í samband við onnur átrokandi mál, eitt nú tyrlubjarging, verður upplýst av skrivstovuni hjá Starvsfelagnum.
Starvsfelagið sigur ikki, hvussu leingi samhugaverkfallið fer at vara.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo