- Tað tekur sína tíð at fáa lastað eitt flogfar, so vit fáa tað ikki heim í kvøld og sunnudagur er eisini, men seinnapartin í morgin kemur fyrsta fullfermda flogfarið, sigur Birgir Nielsen, annar av stjórunum, við VP.
Spurdur, hvat kemur heim við fyrsta flogfarinum, um tað møguliga eru eplir, sigur Birgir Nielsen, at tað fær hann ikki upplýst.
- Men við seinna flogfarinum í morgin, er møguleiki at bíleggja pláss og eisini til komandi dagarnar, sigur Birgir Nielsen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo