Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Mynd: Símun á Høvdanum

Mynd: Símun á Høvdanum

Mynd: Símun á Høvdanum

Tað er líka stórur tørvur á Norðlýsinum ídag, eins og tað var stovningardagin í 1915, sigur Jóhann Lützen stjóri á Norðlýsinum.

Jóhann Lützen hevur í dag keypt hinar báðar partaeigararnar út og fer at halda fram sum stjóri á Norðlýsinum.

Í 2017 keypti Jóhann Norðlýsið saman við feðgunum Palla og Jóannes Skorheim frá Oliver Joensen.

- Árini hava gingið skjótt, eg havi stórtrivist og lært nógv, vit hava haft góð úrslit og kendu eisini til avbjóðingarnar í koronutíðini. Norðlýsið er ein mentanarberi her norðuri og eg fari at halda fram at tryggjað, at Norðlýsið framhaldandi verður ein savnandi snúðningsmiðil hjá fólki, virkjum, stovnum, politikarum, áhugafeløgum, frítíðarfelagsskapum og øðrum, sigur Jóhann Lützen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo