Fyrrverandi danski forsætisráðharrin og núverandi uttanríkisráðharrin, tann føroyskt gifti Lars Løkke Rasmussen, fekk smávegis snuddir í hondina, tá hann seinnapartin var ein túr í bátinum í kanalunum í Keypmannahavn.
Verri gekst dóttrini, Lisu Larsdóttir Løkke Rasmussen, sum fekk høvdið í klemmu og noyddist á Ríkissjúkrahúsið til skanningar.
Sjálvur skrivar Lars Løkke, at óhappið hendi, tá tey skuldu undir eina av brúgvunum, men av tí at flóðin var størri enn hann roknaði við, so kom báturin at "hanga", og tað var tá tey royndu at vríggja hann leysan aftur, at tað gekk galið og tey bæði fingu eitt sindur av skaða.
Sum hann sjálvur skrivar á facebook, so eru tey kortini bæði komin væl frá hendingini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo