Nógv fólk, tyrlur, dronur og hundar hava leitað eftir Michael Mosley síðani seinasta mikudag, tá hann fór at ganga sær ein túr á griksku oynni Symi, har hann og konan vóru og ferðaðust.
Nú hava tey funnið líkið av honum í einum helli, skrivar Reuters.
Onki verður sagt um deyðsorsøkina.
Michael Mosley var 67 ár, hann lækni men mest kendur fyri sínar sjónvarpssendingar um heilsu, og í tí sambandinum var hann eisini í Føroyum og gjørdi sendingar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo