Hægstirættur í USA hevur almannakunngjørt sína avgerð um immunitetin hjá Donald Trump.
Rætturin gevur Donald Trump viðhald í, at fyrrverandi forsetar eru vardir av immuniteti fyri offisiellar gerðir, men ikki privatar.
Seinnapartin í dag skrivar Trump á sínum sosiala miðli Truth Social:
– Stórur sigur fyri okkara grundlóg og okkara demokrati. Stoltur av at vera amerikanari!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo