Svar frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-132/2023 frá Steffani Klein Poulsen, løgtingsmanni, um sjálvbjargni við eplum og øðrum matvørum.
Spurningurin var soljóðandi:
1. Hvussu nógv setepli eru sett niður seinastu 10 árini í Føroyum?
2. Hvør er miðal úrtøkan hesi árini?
3. Hvussu stórur prosentpartur av teimum eplum, sum blíva etin í Føroyum, eru velt í Føroyum?
4. Hvussu nógv setepli skulu setast niður, fyri at vit gerast sjálvbjargin við eplum í Føroyum?
5. Hava landsmyndugleikarnir sett røttu karmarnar, fyri at vit blíva sjálvbjargin við eplum?
6. Hvat ger landsstýrismaðurin, fyri at vit blíva sjálvbjargin við eplum?
7. Hvørjar aðrar matvørur metir landsstýrismaðurin, at vit kunnu framleiða 100% sjálvi, so at vit gerast meiri sjálvbjargin sum land?
8. Metir landsstýrismaðurin, at matvøruveitingartrygdin í Føroyum er nøktandi?
Svarað verður undir einum:
Í fyrsta lagi er umráðandi at viðmerkja, at vit hava ikki dagførd tøl um m.a. eplaframleiðslu og –brúk í Føroyum. Svarini skulu tí takast við tí fyrivarni, at tølini eru á leið 10 ára gomul. Svarið fevnir harumframt einans um mateplir; tilvirkað vøra, t.d. kips og pommes frites, er ikki tikin við. Leggjast skal kortini eisini afturat, at nýtslan av pasta, rísi og nudlum er hækkað, sammett við fyri 10 árum síðani, so møguliga er talið av mateplum ikki stórvegis broytt hesi árini.
Samlaða eplanýtslan í Føroyum er umleið 3.000 tons um árið, og samlaða føroyska framleiðslan er umleið 600 tons, t.e. umleið 20%. Skulu tað í Føroyum veltast so mikið nógv epli, at tað dekkar allan tørvin, skulu tað hvørt ár setast niður umleið 430 tons av seteplum.
Farið er undir at gera nýggjan landbúnaðarpolitikk, sum serliga leggur dent á at økja grønmetisframleiðsluna í Føroyum, undir hesum eisini eplaframleiðsla. Samstundis verður arbeitt við øðrum landbúnaðarmálum, sum eisini hava til endamáls at økja matvøruveitingartrygdina í Føroyum.
Verkfallið, sum júst er av, hevur víst okkum, at vit eru sera viðbrekin, tá ið veitingartrygd umræður, og hetta eru tí eisini viðurskifti, sum arbeitt verður við.
Høgni Hoydal
landsstýrismaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo