Ungarski forsætisráðharrin, Viktor Orban, er týsmorgunin komin til ukrainska høvuðsstaðin Kiev, skrivar Reuters.
Eftir fund við ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyi, segði Orban, at "vit virðismeta friðartiltøkini hjá Zelenskyi".
- Vit hava biðið hann um at umhugsa vápnahvíld áðrenn samráðingar, segði Orban sambært tíðindastovuni Reuters.
Hann sigur, at Ungarn vil gera eina breiða bilasterala samstarvsavtalu við Ukraina.
Tað er fyrsta vitjanin hjá Orban í Ukraina síðani russisku innrásina í februar 2022.
Orban hevur verið ein forðing í stuðlinum til Ukraina í bæði ES og Nato, og hann er ein av fáu vesturlendsku leiðarunum, sum hevur hitt russiska forsetan, Vladimir Putin, síðani kríggið byrjaði.
Orban og Zelenskyj tosaðu eisini á ES-toppfundi í Brússel í síðstu viku, men viðurskiftini millum londini verða framvegis mett at vera spent.
Ungarn tók við formansskapinum í ES mánadagin og skal seta dagsskránna í ES næsta hálva árið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo