Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Sunnudagin 16. juni kom formansskapurin í Fólkatinginum á vitjan at hitta Løgtingsins formansskap.

Løgtingið: Fundur varð hildin um mál og viðurskifti av felags áhuga viðvíkjandi tingarbeiði í londunum báðum.

Á ferðini vórðu gestirnir millum annað eisini boðin at vitja á Faer Isles Distillery í Vestmanna, ein túr við Westward Ho til Nólsoyar, at vitja Hiddenfjord í Vágum, á Hvalastøðina við Áir, í Kirkjuna í Haldórsvík og ein túr til Tjørnuvíkar. Á garðinum í Syðradali á Streymoynni vórðu gestirnir bodnir til ein betri bita.

Vertur fyri vitjanina var løgtingsforkvinnan Bjørt Samuelsen, saman við Jóhannisi Joensen, Johan Dahl og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, næstforfólkum. Í danska fylginum vóru Søren Gade, fólkatingsformaður, Leif Lahn, Jeppe Søe, Karsten Hønge og Karina Adsbøl, næstforfólk, eins og makar hjá formansskapunum og embætisfólk úr parlamentunum báðum luttóku.

Fylgið fór av aftur landinum við Atlantsflogi týsdagin 18. juni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo