Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Umhvørvismálaráðið: Umhvørvismálaráðið hevur í dag sent uppskot til kunngerð um bráðfeingisvernd av Melini og bakkanum oman fyri Lónna í Saksun til hoyringar. Kunngerðin hevur heimild í náttúruverndarlógini, og endamálið er at forða fyri skaða á sandheyggjar og sandríkt jørðildi.

Náttúrufyrisitingin á Umhvørvisstovuni viðger eitt mál um møguliga varandi vernd av tí serstaka náttúruøkinum við Pollin í Saksun, men fyri at forða fyri skaða á m.a. sandheyggjar og sandríkt jørðildi við sandin verður fyrst bráðfeingisvernd sett í verk fyri Melina og bakkan oman fyri Lónna í Saksun. Tað sandríka jørðildið er viðkvæmt, og lítið skal til at órógva gróðurin, sum hevur fest røtur við sandin. Serliga Melin, á farleiðini út á Lónna, tolir illa ferðsluna, sum fer ígjøgnum økið, og týðilig tekin eru um máan. Til at geva gróðrinum møguleika at koma fyri seg er ætlanin við skelting og girðing at beina ferðsluna uttan um Melina.

Borgarar í Saksun, sum halda økið vera undir trýsti frá øktari ferðavinnu, hava mælt til verndina, og náttúrufyrisitingin á Umhvørvisstovuni hevur skoðað økið og hitt viðkomandi partar á fundi.

Viðgerðin av møguligari varandi vernd av náttúruøkinum við Pollin í Saksun heldur fram, eftir at bráðfeingiskunngerð er lýst.

Hoyringarfreistin er 11. juli 2024.

Uppskot til kunngerð um bráðfeingisvernd

Hoyringarskriv

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo