Joe Biden forseti er í dag á veljarafundi í Madison í Wisconsin.
Her er hann greiður í síni talu frá røðarapallinum og sigur, at hann framvegis fer at stilla upp sum forsetavalevni fyri demokratarnar.
- Eg verði verandi í valstríðnum. Og eg fari at vinna aftur.
Víðari sigur hann, at hann ikki fer at lata eitt kjak oyðileggja "fleiri ára arbeiði".
Biden kom eisini við onkrum priki til Donald Trump eftir forsetakjakið í farnu viku á CNN.
Samstundis sum Biden var á røðarapallinum í Wisconsin, almannakunngjørdi Washington Post eina grein, har sagt varð, at demokratiski senatorurin, Mark Warner, roynir at skipa ein bólk av senatorum, sum skulu biðja Biden um ikki at stilla upp, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo