Løgmansskrivstovan: Aksel V. Johannesen løgmaður hevur í dag, vegna Føroya fólk og landsstýrið, sent nývalda bretska forsætisráðharranum, Keir Starmer, lukkuynski.
Í brævinum sigur løgmaður millum annað, at Føroyar virðismeta góða sambandið við Bretland, og at økt samstarv millum londini kann vera við til at styrkja um støðufesti og framburð í Norðuratlantshavi.
Brævið frá løgmanni kann lesast her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo