Svar upp á fyrispurning nr. 52-137/2023 eftir § 52 a í tingskipanini um screening av monnum fyri prostatakrabba, frá Johan Dahl, løgtingsmanni.
Spurningarnir vóru soljóðandi:
- Hevur landsstýriskvinnan ítøkiligar ætlanir um at seta í verk tilboð um screening einaferð um árið av monnum frá 50-ára aldur fyri prostatakrabba?
- Um ja, nær er ætlanin at seta í verk skipan við screening?
- Um nei, hví verður screening ikki sett í verk?
- Hvørjir heilsufakligir fyrimunir og vansar eru við at seta í verk tilboð um screening av monnum fyri prostatakrabba - hvørjar eru royndirnar í útlandinum?
- Er ætlanin at lógaráseta møguleikar fyri screening av monnum fyri prostatakrabbamein, og er ætlanin at leggja fram lógaruppskot t.d. í komandi tingsetu?
- Hvønn týdning hevur tað fyri eina evt. skipan til screening av monnum, at dygdargóðar og effektivar prostataskanningar nú kunnu gerast í Klaksvík við nýggja MR-skannaranum?
- Hvørji krøv verða til umsitingarligar skipanir, og hvør verður tørvurin á læknum og øðrum starvsfólkum?
- Hvat kostar ein screeningskipan til menn at seta í verk?
- Hvørjar skipanir fyri screening av monnum fyri prostatakrabba eru í Norðanlondum?
Svar:
Til spurning 1
Í krabbameinætlanini verður tað, út frá verandi støðu, mælt frá at seta í verk landsfevnandi screening fyri prostatakrabba í Føroyum (s. 103).
Landsstýriskvinnan hevur ei heldur fingið nakað tilmæli frá krabbameinsráðnum um at seta í verk tílíka screening.
Landsstýriskvinnan hevur tí ongar ítøkiligar ætlanir um at seta í verk prostatascreening í Føroyum. Um tað koma altjóða faklig tilmæli, ið mæla til at seta tílíka screening í verk, verður málið sjálvandi tikið upp til støðutakan.
Til spurning 2
Heilsufakligu fyrimunirnir eru, sum við øllum screeningsátøkum, at ein møguligur krabbavøkstur verður funnin tíðliga, og harvið økjast sannlíkindi fyri at sjúklingurin kann gerast frískur.
Vanliga verður nýtt ein sonevnd PSA blóðroynd til at diagnostisera prostatakrabba, men fakliga verður tað ikki viðmælt at nýta PSA blóðroynd sum screening, tí at eitt hækkað PSA virðið kann føra við sær óneyðugar kanningar og vanda fyri álvarsomum komplikatiónum (pínu, bløðing, infektión v.m.).
Sum tað framgongur av krabbameinsætlanini, er ein annar vansi, at ein landsfevnandi prostatascreening helst hevði “...havt við sær diagnostisering og viðgerð av nógvum monnum, sum annars ikki høvdu merkt til krabbameinssjúku á teirra lívstíð. Harafturímóti kann viðgerðin hava trupulleikar við sær, so sum landinkontinens (óvilja vatnlát) og impotens”.
Sambært Sjúkrahúsverkinum eru í dag ongir altjóða tilmæltir screeningsháttir fyri prostatakrabba.
Tað eru ábendingar um, at einaferð í framtíðini fer screening fyri prostatakrabba at verða tilmæld í evropeisku leiðreglunum “EAU guide lines” í urologi, har 3 Tesla MR-skanning verður sentralur partur av screeningini.
Til spurning 3
Í verandi støðu eru ongar ætlanir um at lógaráseta møguleikar fyri screening av monnum fyri prostatakrabbamein.
Til spurning 4
Í samband við møguliga screening av monnum fyri prostatakrabba, so verður MR-skanning í løtuni ikki viðmælt sum ein screeningstøkni.
Sambært Sjúkrahúsverkinum er MR-skanning harafturímóti ein sentralur partur av útgreining, har illgruni kann verða um prostatakrabba.
Til spurning 5 og 6
Av tí, at ongar ítøkiligar ætlanir eru í løtuni at seta prostatascreening í verk í Føroyum, er ei heldur nakað greiningararbeiði sett í verk, sum lýsir, hvat ein tílík skipan vil krevja av umsitingarligum skipanum og starvsfólki. Ei heldur er tað greina, hvat kostnaðurin av eini tílíkari skipan hevði verið.
Til spurning 7
Sum tað m.a. framgongur av krabbameinsætlanini, er landsfevnandi screening fyri prostatakrabba ikki sett í verk í nøkrum Norðurlandi.
Heilsumálaráðið, 1. juli 2024
Margit Stórá
landsstýriskvinna
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo