Joe Biden sigur, at hann hevur avgjørt at stilla upp. Nancy Pelosi biður hann um at taka eina avgerð, og undirstrikar, at tíðin gongur undan.
- Tað er upp til forsetan at gera av, um hann stillar upp. Vit heita øll á hann um at taka ta avgerðina, tí tíðin gongur undan, segði fyrrverandi forkvinnan í umboðsmannatinginum, Nancy Pelosi í sendingini Morning Joe hjá MSNBC mikudagin.
Joe Biden, forseti, er fastur hyggjari aa sendingini. Hann hevur verið undir stórum trýsti seinastu vikurnar, eftir hansara katastrofala avrik í kjakinum móti Donald Trump í juni, skrivar norska TV2.
The New York Times skrivar, at tað sær út til, at Pelosi vil hava eitt nýtt orðaskifti.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo