Marine Le Pen og hennara høgraflokkur, Tjóðskaparligi savningarflokkurin, fáa ikki absoluttan meiriluta á franska valinum, vísir ein nýggj kanning.
Sambært kanningini sær flokkurin út til at fáa 190 til 220 sessir í franska tjóðartinginum á seinna umfarinum sunnudagin.
Fyri at fáa absoluttan meiriluta krevst at fáa 289 av teimum 577 sessunum í tjóðartinginum.
Tað er Harris Interactive, sum hevur gjørt kanningina fyri franska tíðarritið Challenges, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo