Joe Biden er enn ikki formliga valdur sum umboð fyri demokratarnar til forsetavalið. Tað verður hann ikki, fyrr enn flokstingið hjá demokratunum sum verður hildið tann 7. august. Men hann hevur tryggjað sær neyðuga stuðulin, sum enn tykist at halda. Og eftir kjakið við Donald Trump herfyri, sum hann sambært fleiri kom illani frá, hoyrast nú alt fleiri røddir sum vilja hava hann skiftan út.
Fleiri amerikanskir miðlar skriva um málið, eitt nú The New York Times, The Washington Post, Wall Street Journal og Politico. Sambært teirra keldum vilja alsamt fleiri demokratar hava eitt nýtt valevni, heilt einfalt tí at Joe Biden er ov gamal.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo