Uttanríkis- og Vinnumálaráðið: Í dag kemur amerikanski kavbáturin USS Albany til Føroya. Talan er um ein kjarnorkuriknan kavbát, sum eisini var í Nólsoyarfirði fyrr í ár. Lagt verður at bryggju á Oyrareingjum nakað eftir middag og USS Albany fer avstað aftur mikudagin.
USS Albany hevur diplomatiskt loyvi at koma í føroyskt sjóumveldi og í havn. Í loyvinum hevur Uttanríkis- og vinnumálaráðið sett serligar treytir í sambandi við, at talan er um eitt kjarnorkurikið far. Av somu orsøk eru ávís tilbúgvingaratlit tikin í sambandi við vitjanina.
Tjaldrið fylgir kavbátinum, meðan hann siglir í føroyskum sjóumveldi og liggur á Kollafirði undir vitjanini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo