Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 133/2023 eftir tingskipanini § 52a til Aksel V. Johannesen, løgmann,
frá Bárður á Steig Nielsen, løgtingsmanni, um miðfyrisitingina
Fyrispurningurin var soljóðandi:
1. Hvussu nógv ársverk eru í aðalráðunum í mun til fyri einum ári síðani?
2. Hvør er árligi kostnaðurin av miðfyrisitingini við níggju aðalráðum í mun til, um tað framvegis vóru sjey aðalráð við eins nógvum ársverkum?
Svar:
Til spurning 1
Fyri at svara spurninginum, havi eg biðið Fíggjarmálaráðið gera eina talvu við ársverkunum í miðfyrisitingini síðani 2021. Tølini eru úr Búskaparskipan Landsins.
##med2##
Sum tað sæst í talvuni, so eru 5,4 ársverk fleiri higartil í 2024 enn í 2023.
Eg skal í hesum sambandi gera vart við, at eg í svari uppá fyrispurning 052/2022 frá Jenisi av Rana, løgtingsmanni hin 17. januar 2023, havi upplýst, at ársverkini í stjórnarráðunum vóru 157 í 2022, meðan tað í uppgerðin fyri 2022 í hesum svari eru 128 ársverk. Munurin á 29 ársverk kemur av, at í svarinum frá 17. januar 2023 eru ársverkini samanborin aftur til 2015. Av somu orsøk eru bæði Undirvísingarstýrið og Yrkisdepilin tald við, tí hesi í 2015 vóru ein partur av Mentamálaráðnum. Ársverkini fyri hesar báðar stovnarnar vóru 29 í 2022. Ávikavist 6 í Yrkisdeplinum og 23 í Undirvísingarstýrinum.
Til spurning 2
Tá landsstýrið kom til í desember 2022, valdu vit politiskt at uppraðfesta nøkur øki. Millum annað útlendingamál, umhvørvismál og barnamál. Av somu orsøk var sett á stovn eitt Løgmálaráð, Umhvørvismálaráð og Barna- og útbúgvingarmálaráð. Hendan uppraðfesting merkir, at neyðugt hevur verið at seta fólk í starv at lyfta hesar uppraðfestu uppgávur.
Um sæð verður burtur frá teimum starvsfólkum, sum eru sett afturat, tí at økið er uppraðfest, er meirkostnaðurin við at hava sjey aðalráð mótvegis nýggju aðalráð, í høvuðsheitum løn og eftirløn til tveir aðalstjórar og tveir skrivarar. Nakað av hesum hevur borðið til at fíggja innanfyri verandi játtan.
Í Tinganesi, 24. juni 2024
Aksel V. Johannesen
løgmaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo