Demokratiski senatorurin Sheldon Whitehouse er "rættiliga skakaður" av sjónvarpskjakinum við Donald Trump hósdagin, og hann heldur, at fólk mugu fáa trygd fyri, at Joe Biden og hansara kampanjufólk eru erlig um hansara støðu.
- At tað veruliga var eitt frávik frá norminum og ikki bara soleiðis sum hann er í løtuni, segði Sheldon Whitehouse við lokalu Rhode Island sjónvarpsstøðina WPRI mánadagin, sambært TV 2.
Ein annar demokratiskur senatorur, Peter Welch úr Vermont, kritiserar Biden-herferðina fyri at hava ein "avvísandi hugburð mótvegis fólki, sum reisa spurningar," sigur hann í samrøðu við Semafor.
Veljararnir dáma heldur ikki støðuna hjá Biden, vísir ein kanning, sum YouGov hevur gjørt fyri CBS News.
- 72 prosent av skrásettu veljarunum halda, at Biden ikki hevur ta sálarligu og kognitivu heilsuna, sum skal til fyri at vera forseti. Áðrenn kjakið hildu 65 prosent tað sama.
- 49 prosent av veljarunum søgdu tað sama um Donald Trump.
- Serliga ófrættakent fyri Biden er, at 45 prosent av skrásettu demokratunum, sum svaraðu kanningini, søgdu seg halda, at Biden eigur at leggja frá sær til fyrimuns fyri eitt annað valevni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo