Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á fyrispurning nr. 52-131/2023 eftir § 52a í tingskipanini til Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu, frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, um kunngerð um burturkast

Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Nær verður nýggja kunngerðin um burturkast lýst?
2. Hví hevur arbeiðið tikið so langa tíð?

Svar:
Til. nr. 1

Væntandi verður kunngerðin lýst fyrst í oktobur 2024.

Til nr. 2
Ein høvuðstáttur í nýggju kunngerðini er, at land og kommunur saman skulu gera eina landsætlan fyri burturkasti, og henni á baki eina kommunala ætlan fyri burturkasti. Ætlanirnar skulu galda í 10 ár.

Sum upplýst í svarinum til tygara § 52a fyrispurning frá 29. novembur 2023, skuldi kunngerðaruppskotið gjøgnumgangast og tillagast saman við IRF og KB, tá ið landsætlanin fyri burturkast var gjørd liðug, og miðað varð eftir at fáa hetta arbeiðið gjørt liðugt í januar 2024.

Tað tók væl longri tíð enn væntað at fáa arbeiðið við landsætlanini so langt ávegis, at farast kundi undir at dagføra kunngerðina soleiðis, at hon styðjar málunum um øktan ringbúskap í landsætlanini.

Í arbeiðinum at dagføra kunngerðina varð m.a. avgjørt: at herða krøvini til móttøkustøðir við at krevja, at tær skulu hava umstøður til at taka ímóti, goyma og á annan hátt handfara væl fleiri burturkastsbólkar enn ætlanin var upprunaliga, at áseta nýggj krøv um kunning um, hvussu kommunurnar fíggja burturkastsøkið, at herða krøvini til handfaring av byggiburturkasti og at herða krøvini til skráseting av burturkasti hjá bæði vinnu og kommunum.

Orsakað av at talan var um týðandi broytingar í kunngerðini var mett, at rættast var at senda hana út í nýggja hoyring.

Kunngerðaruppskotið verður væntandi sent í hoyring í næstu viku, og ummælisfreistin verður 30. august 2024.

Orsøkin til ta longu ummælisfreistina er, at IRF hevur sent Umhvørvismálaráðnum umbøn um, um tey kunnu viðgera kunngerðaruppskotið eftir summarferiuna.

Ingilín D. Strøm
landsstýriskvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo