Demokratiski kongresslimurin Hillary Scholten úr Michigan biður nú eisini Joe Biden um at taka seg aftur sum forsetavalevni hjá demokratunum. Tað skrivar Reuters.
- Vit hava bara ov nógv uppá spæl í hesum valinum til at sita tigandi á síðulinjuni, meðan vit framvegis hava møguleika at gera okkurt, sigur hon við lokalu fjølmiðilin The Detroit News.
Scholten leggur dent á, at um Biden velur at stilla upp, fer hon framvegis at atkvøða fyri honum sum alternativ til Trump, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo