Ungdómur er hvørki so ella so. Oftast er hann bæði - og...!
- Børkuvísur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Aðalfundurin í UArctic samtykti í vikuni, at Fróðskaparsetur Føroya verður vertur fyri UArctic Congress 2026, sum verður ein av størstu ráðstevnunum í landinum nakrantíð

Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur tikið avgerð um at útseta kongshjúnavitjanina, sum eftir ætlan skuldi vera í døgunum 12.-14. juni

Í dag skrivaðu Heðin Mortensen og Rógvi Mikkelsen undir leigusáttmála um felagshús til Tórshavnar Golffelag á Glyvursnesi

- Tað eru í dag 175 ár síðani danski kongurin, Fríðrikur 7., staðfesti grundlógina. Við henni fór danska ríki frá at vera einaræði til at vera fólkaræði

- Nú Vágaportalurin hevur grein frá bæði VG og Ilaks har mælt verður til, at børn skulu eta minni av fiski, sum VG boðar frá, kemur Ilaks við øðrum tilmæli, at tað er bæði sunt og trygt at eta fisk, og vísir til mynd av alilaksi

- Eins og eftirlitsfólk vitja á ymisku skúlunum, tá ið royndirnar skulu avgreiðast. Somuleiðis eiga Akstovueftirlitsfólk, at vitja tey ymisku bilaverkstøðini

Á mentanarnáttini fríggjadagin 7. juni verður summarmarknaður í Lítlaskúla við alskyns spennandi virksemi fyri alla familjuni

- Tvey U18 landslið eru úttikin til tvær altjóða kappingar sandflogbólti í summar

Tað váttar Napoli í dag

Hóast nakrir granskarar og læknar vísa á, at umhvørviseiturevni eru í feitum fiski, siga norskir myndugleikar: Tað er bæði sunt og trygt at eta fisk

Fleiri skipabólkar eru meint raktir, nú verkfall er, og ikki slepst av við fiskin í Føroyum. Verður markið ikki hækkað, verður torført at fara av landinum við lastini, sigur Hálvdan Gudmundsen við KVF

Mikudagin 5. juni kl. 14 byrjar stóra súkklukappingin Leif Mohr Kring Føroyar, tá súkklarar fara um startin í Saltangará

Eginognin var við ársskiftið minus 161 mió kr, og skal felagnum vera lív lagað má avtala gerast um skuldina, sigur leiðslan í frágreiðingini

Børn og øll sum ætla sær at fáa sær børn eiga at avmarka át av feitum fiski, siga norskir læknar og granskarar

Størsti vinningur í Danmark nakrantíð í Eurojackpot er í kvøld vunnin av einum persóni í Danmark

Fríggjakvøldið 7. juni kl. 18 verður ársins summarframsýning í Steinprenti latin upp

Hjá einari barnafamilju á Eiði, har eingin tolir laktosu, rakar verkfallið meint. Vørurnar, sum tey hava brúk fyri, koma nevniliga ikki til landið (Mynd: KVF)

- Meðan rópað verður hart um “fólkadráp”, so verður ábyrgdin hjá yvirgangsfelagsskapinum Hamas fullkomiliga skúgvað til viks

- Tað seinasta breyðið verður helst bakað antin týsdagin ella mikudagin, sigur Niels Mortensen við TV 2

Nú er greitt, at Ragnar Samuelsen, Noah Hans Mneney og Ari Petersen vera í føroyska ferðalagnum, sum í morginárini setur kós ímóti Estlandi

Tólv verkætlanir hava fingið tilsamans 9,9 mió. kr. í stuðli til gransking frá Granskingarráðnum

- Hotell- og matstovuvinnan ger støðugt vart við, at henni tørvar arbeiðsmegi. Ja, mangan hoyrist nakað, sum minnir um neyðarróp. Tí tykist tað løgið, at hendan vinnan ikki vil ganga við til ordiliga løn og skipaði viðurskifti

Nýggi leiðarin á NR (Nánsfrøðiligu Ráðgevingini) hjá Klaksvíkar kommunu er Anja M. Olsen. Anja er útbúgvin námsfrøðingur og Cand. pæd.pæd frá DPU. og hevur starvast á NR síðan 2014

Kvinnlandsliðið í fótbólti spælir seinnapartin EM-undankappingardyst móti Grikkalandi á Tórsvølli. Dysturin, ið byrjar klokkan 16.45, verður sendur beinleiðis í KVF

…hmm…ein røða á danska tinginum í farnu viku sýnist at hava loyst føroyingar úr eini samvitskuklemmu

- Í fleiri mánaðir eru nøvn, sum fara at framføra á G! í ár, kunngjørd. Við hesum kunngera vit nú tey seinastu fýra nøvnini av tónleikaskránni

Sunnudagin 9. juni eru fleiri vegir og tunlar stongdir í sambandi við Tórshavnar Marathon

- Semingin hjá Semingsstovninum hevur ikki borið á mál, og tí er brennandi spurningurin, um partarnir ikki sjálvir eiga at taka ábyrgd av sáttmálaøkinum og sessast aftur við borðið fyri at finna loysnir

- Tann 29. mai varð nýggja heimasíðan hjá Havstovuni gjørd almenn. Tað er fyritøkan Lunnar, sum hevur ment og sniðgivið síðuna

- Argumentini støpla seg líka sum upp í røkur til kommuvalið í høvuðsstaðnum

Uttanríkismálaráðið í Katar sigur, at Hamas og Ísrael eru framvegis í friðarsamráðingum, sambært Reuters

Í farnu viku hava lærarar og heilsufrøðingar í felag tikið útbúgving, ið skal geva teimum vitan og førleikar at hava samrøðubólkar fyri børnum, hvørs foreldur ikki liva saman

Málsøkið Vitaverk og sjóuppmerking er nú komið á føroyskar hendur, og hetta varð markerað við hátíðarhaldi á Sjóvinnustýrinum á Giljanesi 3. juni 2024

Føroyska felagið GroAqua hevur bygt ein n‎ý‎ggjan fóðurflaka til MOWI í Føroyum

- Úrvalið av nikotinvørum er so stórt sum ongantíð áður, og serliga tey ungu taka væl ímóti vørunum, sum eru at fáa í alskyns skapum, litum og smakkum

- Sum starvsfelagi var Michael hollur í ráðum, tí hann hevði sera gott minni. Hann var lættur av lyndi, gávumildur og skemtingarsamur

Til ber ikki at fáa alt, sum er á innkeypslistanum, nú verkfallið hevur vart í 3 vikur. Kortini halda fólk, ið eru farin til handils, at verkfallið er til at liva við, siga tey við D&V

Ein stórur riðil av dreingjum í Havn stjólu bensin úr bilum síðstu nátt

Stuðulin til føroyska kvinnulandsliðið hevur stóran týdning, og tí hevur FSF avgjørt, at til dystin móti Grikkalandi sleppa børn, 14 ár og yngri, ókeypis til landsdyst

USA fer at biðja ST-Trygdarráðið samtykkja eina resolusjón sum stuðlar uppskotinum um at fáa ein enda á krígnum í Gasageiranum

- Landið liggur partvís lamið, og hevur gjørt tað síðani samráðingarnar millum arbeiðsgevarar og arbeiðarar slitnaðu. Spurningurin er so, um støðan er tann hon er, tí at krøvini hjá arbeiðarum eru órímilig?

Øll við eini iPhone ella Android telefon eiga at sløkkja og tendra telefonina minst eina ferð um vikuna fyri ikki at verða hackað

Sambært ísraelsku verjuni (IDF) eru fýra gíslar afturat, sum hava verið fangar á Gasageiranum, deyðir

- Tess longri kríggið í Gasageiranum varir, tess meira skúgvar heimurin til viks hvønn leiklut Hamas í hesum sambandi spælir

- Tað sæst í kvøld, nú Norrøna kom fullfermd á Havnina við kampingvognum og bilum. Fleiri enn nakrantíð, eftir plássinum yviri við Strond at døma

Nigel Farage stillar upp til parlamentsvalið í Bretlandi

Enzo Maresca avloysir Mauricio Pochettino sum venjari í Chelsea. Maresca var venjari hjá Leicester síðstu sesong og førdi Leicester upp aftur í Premier League

- FSN harmast um, at Fíggjarmálaráðið hevur kastað handklæði í ringin og givið upp at samráðast við FSN um nýggjar sáttmálar. FSN vildi halda áfram við samráðingunum

Talið av fosturtøkum millum tannáringar minkaði við 66 prosentum millum 2000 og 2023 í Finnlandi, sambært heilsumyndugleikunum

- Eg dugi illa at ímynda mær, at nakar kann rættvísgera, at eitt vaskifólk ikki hevur uppborið eina ordiliga lønarhækkan. Tað hevur hon, og tað er fyri henni og øðrum verkafólkum, at vit í dag stríðast og eru í verkfalli