Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

FSN harmast um, at Fíggjarmálaráðið hevur kastað handklæði í ringin og givið upp at samráðast við FSN um nýggjar sáttmálar. FSN vildi halda áfram við samráðingunum, men FMR vildi ikki.

FSN hevur víst vælvild ígjørnum alla samr tíðina, men nú vil FMR tvinga FSN í felags-seming við Maskinmeistarafelagnum og harvið ætlar FMR at skerja fría samráðingarfrælsi hjá FSN.

Føroya Skipara-& Navigatørfelag skal hervið kunnað um, at Fíggjarmálaráðið hevur endað samráðingarnar millum FSN og FMR.

Sáttmálarnir sum talan er um eru hesir:

FMR /SSL og FSN

FMR / Jákup Sverri og FSN

FMR/Vørn og FSN

Partarnir handaðu krøvini tann 20-10-2023 í Portogalinum. Eftirfylgjandi hava verið 8-10 samráðingarfundir millum partarnar.

Hósdagin tann 30. 05. 2024 var fundur í Portigalinum, har eitt semjuuppskot var lagt fram fyri FSN at takað støðu til. FSN ynskti nakrar smávegis broytingar. Men longu fríggjadagin seinnapartin var greitt, at FMR ynskti FSN í seming um vit ikki góðtóku semjuuppskotið frá FMR.

- okt 2024 eru tvey ár síðan sáttmálin gekk út.

Annfinnur Garðalíð
Formaður

 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo