Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Mynd: Birgir Kruse

Mynd: Birgir Kruse

Mynd: Birgir Kruse

Mentanarnátt í Steinprent - Poesi & elektroakustiskar kompositiónir / Summarframsýning 2024 letur upp

Yrkingaplátan Mítt navn við hondskrift fyllir 10 ár!

Fríggjakvøldið 7. juni kl. 18 verður ársins summarframsýning í Steinprenti latin upp. Her verða nýggir málningar eftir Rannvu Kunoy, og trærelief efter Hanna Bjartalíð at síggja. Kl 19. verður endurframførsla av plátuni Mítt navn við hondskrift (2014) – eitt samstarv millum yrkjara, Lív Mariu Róadótttir Jæger og elektroniska komponist, Lasse Jæger. Verkið Mítt navn við hondskrift kom út summarið 2014 á vinyl hjá Steinprent við originallitograiskum húsa eftir Hanni Bjartalíð. 

Til hesa konsert verða nýggjar útsetingar fyri rødd, elektronikk og saksofon framførdar.

Tónleikurin er upptøkur av rødd, realljóðum og gittar - modulerað og útsett í ljóðredigeringsforriti. Rá-upptøkurnar vórðu upprunaliga gjørdar í einari íbúð á 5. hædd á Vesterbro í Keypmannahavn og í einum strátaktum húsum á Fanø. Lasse Jæger, ið hevur gjørt tónleikin er útbúgvin innan elektroniska kompositión og ljóðlist á Syddansk Musikkonservatorium, og Lív Maria Róadóttir Jæger, sum hevur skrivað tekstirnar og lesur teir upp, er yrkjari. 

Seinasta árið hevur plátan verið at hoyra sum eyðkennistónleikur í útvarpssendingini Samværi, sum er sending um list í Kringvarpi Føroya.

Lív Maria Róadóttir Jæger og Lasse Jæger samstarva í dag undir listaheitinum SUPERVISJÓN.

Konsertin er partur av Summartónar 2024

Lív Maria Róadóttir Jæger (tekst og rødd)

Lasse Jæger (elektronikkur)

Villu Veski (saksofon)

Tiltakið er ókeypis

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo